Fřroyskt   Dansk   Deutsch   English
 

Um Dragan sum skúlaskip

 
“Navigare necesse est” - tađ er neyđugt at sigla
 
Soleiđis sřgdu Rómverjar, og fáur kann taka betur undir viđ teimum enn vit fřroyingar.
 
Skúlaskipiđ “Dragin” virkar sum skúlaskip hjá teimum nćmingum í fřroyska fólkaskúlanum, sum hava “sjóvinnu” sum vallćrigrein. Řll undirvísingin fer fram umborđ í “Draganum” og er hon býtt sundur í bókliga og verkliga undirvísing smb. Lesićtlan fyri Fólkaskúlan. Nćmingar í 10. flokki viđ skúlarnar í Klaksvík taka allir skeiđ í 1. hjálp eins og trygdarskeiđ á Trygdarmiđstřđini í Klaksvík.
 
Soleiđis er undirvísingin skipađ:
Tá skúlin byrjar eftir summarfrítíđina byrja vit beinan vegin at sigla viđ teimum nýggju nćmingunum, og vanliga verđur siglt ein dag um vikuna (ein seinnapart). Í ár hava vit havt 2 bólkar úr Skúlanum á Ziskatrřđ, og 2 bólkar frá Skúlanum viđ Ósánna í Klaksvík.
Skipari á Draganum er Poli Mikkelsen, og lćrarar eru Hans Eli Hansen, Ólavur Sjúrđarberg.
 
Siglt verđur til 1. oktober, tá verđur skipiđ riggađ av. Segl og togverk tikiđ í land. Salónin verđur riggađ um til skúlastovu, har kort, tól og řll neyđug ambođ eru til taks. Undirvísingin heldur so fram allan veturin, til vit byrja at rigga til aftur í apríl mánađi. Í mai byrja vit vanliga afturat sigla, og siglt verđur til summarfrítíđin byrjar. Í summarfrítíđini siglir Dragin útferđir viđ ferđafólki.
 
Sjómansskúlar og framhaldsskúlar kunnu leiga skúlaskipiđ “Dragin”
Hóast “Dragin” hevur heimstađ í Klaksvík, so hava nćmingar í sjóvinnu frá řđrum skúlum mřguleika at leigađ “Dragan”. Nú koyrandi er ímillum Klaksvík og meginřkiđ, ber vćl til at leiga hřliđ av og á til undirvísing, og eisini til sigla onkran túr viđ seglum í mai, juni, august og september.
Sjómansskúlarnir og framhaldsskúlarnir skulu bert venda sćr til okkum, og vit gera eina avtalu um tíđ og prís.
Send okkum teldupost: heh@olivant.fo
 
Sí eisini myndir av draganum sum skúlaskip undir "Myndasavn"
Hans Eli Hansen  | heh@olivant.fo