Skúlaskipið Dragin KG 212
Undir Klakki 43
T-post: k.gardarnar@gmail.com
Telefon: +298 256173
 

Tíðindi




Sigling við næmingum
Síðani skúlin byrjaði aftur aftan á summarfrítíðina hevur "Dragin" siglt við  næmingum, sum hava valt lærigreinina "sjómanslæra". Teir eru úr 8.- 9- flokki og eru tveir bólkar í ár við íalt 20 næmingum. Hesir hava undirvísing  hósdag og fríggjadag .
Næmingarnir læra m.a. at sigla við seglum, stýra eftir kumpass og annars vanligan
sjómansskap. Siglt verður til 1. okt. Tað verða seglini tikin í land og báturin riggaður av. Síðani fer undirvísingin fram umborð allan vetur og í mai 2018 verður aftur rigga til.
 
"Dragin" - 19 ár sum skúlaskip
Í ár eru 19 ár liðin síðani "Dragin" byrjaði at sigla og virka sum skúlaskip.
Hesi árini hava uml. 400 næmingar fingið undirvísing í sjómanslæru umborð.
Tað eru 8. - 9. og 10. flokkur, sum kunnu taka sjómanslæru sum vallærigrein. 
Tað eru 25 ár síðani Grunnurin "DRAGIN" varð stovnaður.
 
Betri Banki stuðlar skúlaskipinum
Stuðulsgrunnurin hjá Betri Banka hevur stuðlað skúlaskipinum við 10.000 kr. Peningurin skal nýtast til kalfatring. 

Tiltøk

Leiga høli umborð
Møguligt er at leiga hugnaligt høli umborð á "Draganum" til móttøkur, føðingardagar, polterabend, jólaborð v.m.
(Max. 20 fólk) - Bílegging á telefon 256173
Matur kann eisini bíleggjast á tlf. 458484
 
Útferðir um summarið
Hvønn týsdag kl. 18 siglir "Dragin" útferðir.
Ferðaseðlar fáast á Norðoya Kunningarstovu.
 
Leiga "Dragan"
Fiskitúrar, Starvsfólkaútferður v.m. ring: tlf. 256173

Leinkjur

Kári millum Garðarnar