Tíðindi
Sigling við næmingum
Síðani skúlin byrjaði aftur aftan á summarfrítíðina hevur "Dragin" siglt við næmingum, sum hava valt lærigreinina "sjómanslæra". Teir eru úr 8.- 9- flokki og eru tveir bólkar í ár við íalt 20 næmingum. Hesir hava undirvísing hósdag og fríggjadag .
Næmingarnir læra m.a. at sigla við seglum, stýra eftir kumpass og annars vanligan
sjómansskap. Siglt verður til 1. okt. Tað verða seglini tikin í land og báturin riggaður av. Síðani fer undirvísingin fram umborð allan vetur og í mai 2018 verður aftur rigga til.
"Dragin" - 19 ár sum skúlaskip
Í ár eru 19 ár liðin síðani "Dragin" byrjaði at sigla og virka sum skúlaskip.
Hesi árini hava uml. 400 næmingar fingið undirvísing í sjómanslæru umborð.
Tað eru 8. - 9. og 10. flokkur, sum kunnu taka sjómanslæru sum vallærigrein.
Tað eru 25 ár síðani Grunnurin "DRAGIN" varð stovnaður.
Betri Banki stuðlar skúlaskipinum
Stuðulsgrunnurin hjá Betri Banka hevur stuðlað skúlaskipinum við 10.000 kr. Peningurin skal nýtast til kalfatring. |