Bíleggingar / Lær at sigla við seglum

Lær at sigla við seglum

 
Eitt av endamálunum við segl/skúlaskipinum “Dragin” er at royna at skapa áhuga fyri sigling við seglum í Føroyum. Um vit skulu skilja og ímynda okkum, hvussu okkara forfedrar baksaðust á havinum við seglum í gomlum døgum, so er óivað best at royna tað sjálvur saman við øðrum monnum við segl/skúla-skipinum “Dragin”.
Um hetta hevur tín áhuga, so sig okkum frá, tí vit skipa fyri skeiðum og siglitúrum av og á, og vit vilja fegnir frætta frá monnum og kvinnum, sum hava sama áhuga sum vit.
Kári millum Garðarnar