Føroyskt   Dansk   Deutsch   English
 

Grunnurin "Dragin - KG 212"

Grunnurin varð stovnaður 6. februar 1994.

Tað er grunnurin “Dragin”- KG 212, sum eigur og rekur skúlaskipið.

Endamál grunnsins er at varðveita og reka M/B Dragan, soleiðis at hann

í framtíðini kann virka sum skúlaskip hjá næmingum á føroysku sjómansskúlunum og næmingum við framhaldsskúlarnar í Føroyum, sum hava “sjóvinnu” sum vallærigrein. Eisini hevur felagið til endamáls at skapa áhuga hjá øðrum fyri sigling í Føroyum.

Ein og hvør kann gerast limur óansæð búðstað. 

 

Í nevndini fyri Grunnurin “DRAGIN” – KG 212 eru:

 

Hans Eli Hansen, fv. lærari, formaður

Pole Mikkelsen,  sjómansskúlalærari, n. form.

Anton Højgaard, sjómansskúlalærari, kassameistari
Tummas Joensen, lærari, skrivari
Elmar krosstein, lærari
 
Hans Eli Hansen  | heh@olivant.fo