“Navigare necesse est” - tað er neyðugt at sigla
Soleiðis søgdu Rómverjar, og fáur kann taka betur undir við teimum enn vit føroyingar.
Skúlaskipið “Dragin” virkar sum skúlaskip hjá teimum næmingum í føroyska fólkaskúlanum, sum hava “sjóvinnu” sum vallærigrein. Øll undirvísingin fer fram umborð í “Draganum” og er hon býtt sundur í bókliga og verkliga undirvísing smb. Lesiætlan fyri Fólkaskúlan. Næmingar í 10. flokki við skúlarnar í Klaksvík taka allir skeið í 1. hjálp eins og trygdarskeið á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík.
Soleiðis er undirvísingin skipað:
Tá skúlin byrjar eftir summarfrítíðina byrja vit beinan vegin at sigla við teimum nýggju næmingunum, og vanliga verður siglt ein dag um vikuna (ein seinnapart). Í ár hava vit havt 2 bólkar úr Skúlanum á Ziskatrøð, og 2 bólkar frá Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.
Skipari á Draganum er Kári millum Garðarnar og Poli Mikkelsen, og lærari er Eyðstein Poulsen .
Siglt verður til 1. oktober, tá verður skipið riggað av. Segl og togverk tikið í land. Salónin verður riggað um til skúlastovu, har kort, tól og øll neyðug amboð eru til taks. Undirvísingin heldur so fram allan veturin, til vit byrja at rigga til aftur í apríl mánaði. Í mai byrja vit vanliga afturat sigla, og siglt verður til summarfrítíðin byrjar. Í summarfrítíðini siglir Dragin útferðir við ferðafólki.
Sjómansskúlar og framhaldsskúlar kunnu leiga skúlaskipið “Dragin”
Hóast “Dragin” hevur heimstað í Klaksvík, so hava næmingar í sjóvinnu frá øðrum skúlum møguleika at leigað “Dragan”. Nú koyrandi er ímillum Klaksvík og meginøkið, ber væl til at leiga hølið av og á til undirvísing, og eisini til sigla onkran túr við seglum í mai, juni, august og september.
Sjómansskúlarnir og framhaldsskúlarnir skulu bert venda sær til okkum, og vit gera eina avtalu um tíð og prís.
Send okkum teldupost: k.gardarnar@gmail.com
Sí eisini myndir av draganum sum skúlaskip undir "Myndasavn"