Um Dragan / Søgan um Dragan

Søgan um Dragan

Ingvard Martin Joensen í Lorvík keypti við skeyti, dagfest í Keypmannahavn 5. januar 1946, ein útróðrarbát frá reiðaravirkinum Bosco.

Báturin varð bygdur í Keypmannahavn í 1945 á Københavns kutterværft. Hann var 46,8 føtur langur, 14,9 føtur breiður og 5,8 føtur djúpur. Báturin var 25,36 brutto registar tons.

Báturin fekk navnið Varvasteinur og varð skrásettur FD 72. Ingvard Martin Joensen hevði bátin í 7 ár.
 
Við skeyti, dagfest í Havn 10. desember 1953, keypti Esmar Fjallstein, fiskimaður í Lorvík, Varvastein frá Vinnulívsgrunni Løgtingsins. Sambært ikki -skrásettum skeyti, dagfest í Fútarættinum 3. januar 1953, hevði
 
Vinnulánsgrunnurin keypt bátin á tvingsilssølu 3. januar 1953.
 
Pf. J.F. Kjølbro í Klaksvík var næsti eigari. Kjølbro kjeypti bátin við skeyti, dagfest í fútarættinum 12. juli 1955, eftir at báturin var seldur á tvingsilssølu 3. januar hetta árið. Varvasteinur fekk navnabroyting til Dragin og skrásetingarnummarið KG 181.
 
Sum so mong onnur skip og bátar fór hesin - sum tað sæst - undir hamarin. Krøvini vóru ikki altíð so stór. Hesa seinnu ferðina var tað Gjaldstovan, sum gjørdi úttøku. Sambært skipaskránni gjørdi Gjaldstovan "udlæg 25. mai 1954... i dette skib for kr. 755,38 kr. + 6,66 kr. + 35,00 kr. + 3,00 kr. tilmed yderligere påløbne renter og omkostninger".

Dragin varð longdur í Fuglafirði í 1955 til 55,2 føtur.

Nøkur ár seinni seldi Kjølbro Dragan. Við skeyti, dagfest í Havn 3. juni 1964, keyptu Tórhallur Andreassen fiskimaður í Fuglafirði og Gorm Símunarson Simonsen sjómaður í Havn bátin. Teir áttu hvør sína helvt. Hann fekk heimstað í Fuglafirði og varð skrásettur FD 481.
 
Teir seldu hann longu árið eftir. Við skeyti, dagfest í Havn 31. mai 1965, keypti Esmund Øre skipari í Fuglafirði hann.

Tvey ár seinni varð Dragin aftur seldur. Emil Toftegaard fiskimaður í Fuglafirði og sonur hansara Margeir Toftegaard fiskimaður í Fuglafirði, keyptu bátin við skeyti, dagfest 9. januar 1967 í Havn. Teir áttu hvør sína helvt.

Margeir Toftegaard keypti helvtina hjá pápanum við skeyti frá 29. oktober 1981. Árið eftir seldi hann bátin. Við skeyti frá 26. juni 1982 keypti Fuglafjarðar Ísvirki Dragan.

 Martin Petersen, stýrmaður í Fuglafirði, keypti bátin frá Ísvirkinum við skeyti, dagfest 27. september 1984. Tvey ár seinni fór Dragin aftur til Klaksvíkar. Grímur Lassen skipari í Klaksvík keypti hann við skeyti frá 2. januar 1986. Hann fekk skrásetingarnummarið KG 212.
 
Í 1991 fekk Dragin upphøggingarstuðul.
 
 
Tann 18. november 1991 keypti Hans Eli Hansen, lærari úr Klaksvík, Dragan. Tann 1. januar 1992 seldi hann Dragan til Grunnin "Dragin" - KG 212. Hesin grunnur varð stovnaður við tí endamáli at umvæla og varðveita Dragan og umbyggja hann til seglskip. Dragin skal nýtast sum skúlaskip hjá sjómansskúlanæmingum og næmingum í øðrum skúlum í Føroyum. Í summarfríðtíðini kann hann sigla útferðir við ferðafólki.
 
Kári millum Garðarnar