F°royskt   Dansk   Deutsch   English
 
Skúlaskipið Dragin KG 212
FO 700 Klaksvík
Telefon: +298 75 66 61
 

TÝ­indi

Sigling við næmingum
Síðani skúlin byrjaði aftur aftan á summarfrítíðina hevur "Dragin" siglt við  næmingum, sum hava valt lærigreinina "sjómanslæra". Teir eru úr 8.- 9- flokki og eru tveir bólkar í ár við íalt 20 næmingum. Hesir hava undirvísing  hósdag og fríggjadag .
Næmingarnir læra m.a. at sigla við seglum, stýra eftir kumpass og annars vanligan
sjómansskap. Siglt verður til 1. okt. Tað verða seglini tikin í land og báturin riggaður av. Síðani fer undirvísingin fram umborð allan vetur og í mai 2018 verður aftur rigga til.
 
"Dragin" - 15 ár sum skúlaskip
Í ár eru 15 ár liðin síðani "Dragin" byrjaði at sigla og virka sum skúlaskip.
Hesi árini hava uml. 400 næmingar fingið undirvísing í sjómanslæru umborð.
Tað eru 8. - 9. og 10. flokkur, sum kunnu taka sjómanslæru sum vallærigrein. 
 

Betri Banki stuðlar skúlaskipinum

Stuðulsgrunnurin hjá Betri Banka hevur stuðlað skúlaskipinum við 10.000 kr. Peningurin skal nýtast til kalfatring. 

Tilt°k

Í 2018 verður regattasiglingin fr. 6 juli og leyg. 7. juli
Komandi summar verður skipað fyri Føroya Regatta vikiskifti 6. og 7. juli.
Seglskipini koma á Vestmanna fríggjadagin 6. juli og leygardagin 7. juli siglir allur flotin til Tórshavn og liggur har til sunnudagin 8. juli.
Nærri skrá verður lýst seinni í Vikublaðnum.
 
 
Leiga høli umborð
Møguligt er at leiga hugnaligt høli umborð á "Draganum" til móttøkur, føðingardagar, polterabend, jólaborð v.m.
(Max. 20 fólk) - Bílegging á telefon 756661.
Matur kann eisini bíleggjast á tlf. 458484
 

Útferðir um summarið

Hvønn Fríggjadag kl. 18 siglir "Dragin" útferðir.
Ferðaseðlar fáast á Norðoya Kunningarstovu.

Leinkjur

Hans Eli Hansen  | heh@olivant.fo